Russar meta Navalnyj sum yvirgangsmann

Russar meta Navalnyj sum yvirgangsmann
Ráðgevar og stuðlar hjá andstøðuleiðaranum standa eisini á yvirgangslistanum
Russisku myndugleikarnir siga nú, at Aleksej Navalnyj er yvirgangsmaður.
 
26.01.2022 - 09:18

Russisku myndugleikarnir hava nú sett andstøðuleiðaran, Aleksej Navalnyj, á ein lista yvir yvirgangsfólk.

Níggju av ráðgevum og stuðlum hansara eru eisini skrásettir á russiska yvirgangslistanum.

Hetta upplýsir antikorruptiónsfelagsskapurin hjá Navalnyj, FBK, fyri Ritzau.

Á yvirgangslistanum er Navalnyj javnsettur við víðgongdar á høgraveingi og útlendskar yvirgangsbólkar, t.d. sum Islamiskan Stat.

Aleksej Navalnyj varð fongslaður fyri einum ári síðani. Hann varð handtikin, tá hann kom aftur til Russlands eftir drúgva sjúkralegu í Berlin, har hann fekk viðgerð fyri eitran.   
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659