Stríðsval í Fiskimannafelagnum: Her eru valevnini

Stríðsval í Fiskimannafelagnum: Her eru valevnini
Stríðsval er um formanssessin í Føroya Fiskimannafelag, og teir, ið stríðast eru Mortan Berjastein (t.v.) og sitandi formaðurin, Jan Højgaard (t.h.)
 
27.01.2022 - 20:39


Inntøkan hjá fiskimonnunum er støðugt minkað seinastu árini, og teir mugu í stóran mun sjálvir rinda eftirlønina.

Tað sigur Mortan Berjastein, sum stillar upp til formansvalið í Fiskimannafelagnum.

Hann sat í nevndini hjá Fiskimannafelagnum frá 2011 til 2019, tá ið hann ikki stillaði upp aftur.

Mortan Berjastein sigur seg kunna betra um viðurskiftini hjá fiskimonnunum.

Mortan_Berjastein

 

Nógv viðurskifti eftir at loysa

Sitandi formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, hevur verið formaður í felagnum í 15 ár.

Jan Højgaard vil fegin halda fram, tí hann hevur fleiri viðurskifti, sum eru eftir at loysa, og sum hann fer at leggja stóran dent á at fáa loyst:

Jan_Hojgaard


Kunnu velja til sunnudagin

Fiskimenn kunnu velja til og við sunnudagin, og mánadagin verða atkvøðurnar taldar. 

Týsdagin 1. februar tekur tann, sum verður valdur, við sum formaður í Føroya Fiskimannafelag.

Fiskimannafelagið hevur sagt sáttmálan við Reiðarafelagið upp til 1. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896