Kringvarpsstýrið: Miðlafólk eftirlýsa fakliga umboðan

28.01.2022 - 18:05
Innlendis›Politikkur
Kringvarpsstýrið: Miðlafólk eftirlýsa fakliga umboðan
Uppskot um broytingar í krigvarpsstýrinum er sent til hoyringar
Føroya Miðlafólk eftirlýsa fakliga umboðan í kringvarpsstýrinum, sum nú verður umskipað.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Kringvarpið verður kanska minni heft av politisku flokkunum, men í staðin verða tað nøkur fá seráhugamál, sum verða umboðað í stýrinum.

Tað sigur formaðurin í Føroyskum Miðlafólkum, Jón Brian Hvidtfelt, nú Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur sent uppskot til hoyringar um at broyta kringvarpslógina.

Jón Brian Hvidtfelt undrast á, hvar fakliga umboðanin er.

Eftir ætlan skal nýggja lógin koma í gildi 1. juli í ár, og ásett er eisini, at virkandi kringvarpsstýri tá fer frá.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846