Lodnukvotan minkar kanska 100.000 tons

Lodnukvotan minkar kanska 100.000 tons
Nýggj rannsóknarferð vísir, at minni er til av lodnu nú
Í fjør heyst var gýtingarstovnurin mettur at vera ein millión og 883.000 tons. Nú er hann 1,1 millión tons.
 
03.02.2022 - 08:34

Lodnufiskiskapurin í Íslandi, sum hevur verið óføra góður í ár, fekk í gjár eitt skot fyri bógvin.

Vandi er fyri, at kvotan minkar 100.000 tons.

Rannsóknarferðin, sum byrjaði 19.januar, er liðug. Hon vísti, at minni lodna er nú. 

Gera eina kanning aftrat

Men ein kanning skal gerast aftrat, áðrenn endalig niðurstøða kemur.

Í fjør heyst var gýtingarstovnurin mettur at vera ein millión og 883.000 tons.

Nú er hann 1,1 millión tons. Kvotan er 900.000 tons.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521