Føroyingar kunnu ikki siga leigusáttmála um Sornfelli upp

Føroyingar kunnu ikki siga leigusáttmála um Sornfelli upp
Bara annar parturin kann siga sáttmálan upp, og tað eru danir.
04.02.2022 - 13:51

6261 krónur.

Tað er tað, sum 72.000 fermetrar á Sornfelli og Mjørkadali kosta danska statinum um árið í leigusáttmála.

Sáttmálin, sum er tinglýstur og undirskivaður miðskeiðis í 60'unum, er serstakur á tann hátt, at danska verjumálaráðið kann siga hann upp við hálvt árs freist, men eingin í Føroyum kann siga sáttmálan upp.

 

Brot úr leigusáttmálanum, sum var gjørdur um Sornfelli og Mjørkadal.

 

Málið um eftirlitsradarin, sum ætlanin er at seta upp á Sornfelli, er í løtuni til viðgerðar í Uttanlandsnevndini í løgtinginum.

Men hon gongur í fleiri bólkum, og nógv bendir á, at fleiri tilmæli koma frá nevndini til landsstýrismannin í uttanríkismálum.

Jenis av Rana hevur givið Uttanlandsnevndini næstu viku aftrat at koma við einum svari.

Sí innslag í Degi og Viku og samrøðu við Jógvan Páll Lassen, advokat, sum var gestur í sjónvarpsstovuni.

 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815