400 fleiri í arbeiði

400 fleiri í arbeiði
Yvir 400 fleiri fólk høvdu arbeiði í Føroyum í januar á ár enn í januar í fjør.
400 fleiri føroyingar eru í arebiði nú enn fyri einum ári síðani
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.02.2022 - 08:35

Føroyska arbeiðsorkan taldi 26.800 fólk í januar ár, sum er 1,2 prosent fleiri enn í fjør - ella 400 fleiri fólk. 

Talan er um 13.600 menn og 13.200 kvinnur, 200 fleiri menn og 200 fleiri kvinnur enn í januar í fjør.

Javnur vøkstur er í almennari og privatari tænastuvinnu, men í byggivinnuni minkar løntakaratalið. 

Sambært Hagstovuni, haðani tølini eru, eru løntakarar fólk millum 16 og 74 ár, sum fáa A-inntøku og búgva í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290