Fyrireika undantaksstøðu í Ukraina

Fyrireika undantaksstøðu í Ukraina
Uppskot um undantaksstøðu í Ukraina er nú orðað, men tjóðartingið skal góðkenna uppskotið áðrenn tað kemur í gildi
 
23.02.2022 - 17:55

Reuters-tíðindastovan hevur fingið atgongd til uppskotið um undantaksstøðu.  Í tí stendur, at ukrainski staturin ætlar at seta undantaksstøðu í gildi í 30 dagar, og bann verður sett fyri at savnast í størri mannamúgvum og fyri verkfalli, og heimild verður eisini at seta útgonguforboð í verk.

Skotið verður eisini upp at myndugleikarnir kunnu leggja seg útí arbeiði hjá sivilum útvarps- og sjónvarpsrásum, og seta í gildi reglur fyri, hvussu samskiftispallar skulu brúkast og reglur fyri kunning á netinum.

Uppskotið viðgerð eisini møguleikan fyri at seta bann fyri framleiðslu og spjaðing av kunningartilfari, sum kann elva til ófrið. Og møguleiki skal eisini vera fyri at pass hjá fólki á gøtuni, skrivar Reuters.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423