Ásgeir Trausti og Daði Freyr spæla á G!

Ásgeir Trausti og Daði Freyr spæla á G!
Ein íslendsk innrás verður á G! festivalinum, sum í dag kunngerð, at bæði Ásgeir Trausti og Melodi Grand Prix-fyribrigdið Daði Freyr spæla á G! í ár
Heimskendi íslendski tónlistamaðurin, Asgeir Trausti, vitjar aftur á G! festivalinum í summar
Mynd: Asgeir Trausti á Facebook  
 
25.02.2022 - 11:39

Føroyingar kunnu, eftir øllum at døma, byrja at gleða seg til eitt spennandi festivalsummar. 

G! festivalurin kunngerð í dag eina íslendska innrás, tí bæði Ásgeir Trausti og Dadi Freyr koma at spæla á ársins festivali. 

 

Ásgeir Trausti

Íslendski Ásgeir Trausti spældi á G! Festivalinum í 2013, tá hann júst hevði útgivið plátuna “dýrð í dauðaþögn”.

Síðan tá hevur yrkisleiðin sum tónleikari veruliga fingið ferð á seg.

Ásgeir vann bestu pop/rock útgávuna, ársins stjørnuskot, “Public Choice Award”, eina Iceland Music Award, og hann telist millum teir mest seljandi íslendsku tónleikaranar nakrantíð saman við Bjørk og Sigur Rós.

Nýggjasta útgávan hjá Ásgeir “Bury The Moon”, sum kom út í 2020, bleiv nógv róst frá tónleikaummælarum, har fleiri samanbóru hann við amerikanska bólkin Bon Iver. 

 

Daði Freyr

Íslendski Daði Freyr var spáddur at vinna Eurovision í 2020, men kappingin bleiv tíverri avlýst av korona.

Daði stillaði upp við sanginum “Think About Things”, og ikki síðan finsku Lordi við skrímsl-maskunum, hevur nakar bergtikið størstu sangkappingina í heiminum Eurovision líka nógv sum Daði Freyr.

Sangurin hevur yvir 100 milliónir stroymingar, og bleiv spældur í útvørpum runt heimin 1 billión ferðir.

Sangurin bleiv eisini eitt hitt á Tik Tok, var nummar 1# á heimslistanum hjá Shazam í 2020 og vann eina silvur plátu í Bretlandi.  

 

Fyrrverandi limur í Major Lazer

G! er eisini kendur fyri at hava ein sterkan elektroniskan pall, og árið í ár verður einki undantak. 

Trinidadiski Jillionaire, ið er fyrrverandi limur í Major Lazer, og verður lýstur sum ein av teimum fremstu slóðbrótarunum innan elektroniskan tónleik í nýggjari tíð, kemur at framføra. 

Tað ger norski disco prinsurin Skatebård eisini, og hann fær hjálp frá  landsmonnunum Giddygang & Vuyo, sum spæla eina blanding av Hip-Hop, Soul og Jazz.

 

Iotunn

Iotunn er ein danskur/føroyskur progressivur metal bólkur við Jón Aldará úr Hamferð á odda.

Tónleikurin ferðast millum kosmisku, progressivu og larmandi tilveruna, og tað verður spælt við tankan um at ferðast ígjøgnum rúmdina í eini roynd at finna svar uppá dómadagin, og allar tær kenslur ein slík ferð hevur við sær.

Mann kann ikki siga annað enn, at tað riggar, tí útgávan “Access All Worlds” er eitt meistarverk, skrivar G! í tíðindaskrivi. 

 

Marius Ziska og Marianna

Umframt íslendsku innrásina, so kunngerð G! eisini nógv onnur spennandi nógv. 

Marius Ziska, ið júst hevur útgivið nýggja staklagið "Síggja av nýggjum", verður á hoyra á G!,

Marianna Winter eisini, sum eisini er aktuell við sínari fyrstu EP "Sorry, I'm a Libra". 

Fyrireikingarnar til G! Festivalin 2022, sum verður 14. til 16. juli, koyra við fullari ferð, tí festivalurin hevur longu kunngjørt José González, Carlene Carter, Eivør, Tessu, Joe & The Shitboys, La Fleur, Katla, Leu Kampmann, Gaye Su Akyol og Horrse.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 31. oktober
RagnarRokk 31.oktober 2024
182403
Hósdag 31. oktober
RagnarRokk: Juha Raivio um Shining
182400
Hósdag 31. oktober
RagnarRokk: Lisa Walz og Ben Juelg um Rodeo
182399
Hósdag 31. oktober
RagnarRokk: Marcus Nand um The Traveler
182396
Hósdag 31. oktober
Andarblak - Fyrigeving
182900
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 31. oktober
Kom á val 03
182906
Hósdag 31. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2024
182896
Mikudag 30. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182798
Mikudag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182796