Arbeiðsloysið framvegis minni enn eitt prosent

Arbeiðsloysið framvegis minni enn eitt prosent
Í dag eru 237 fólk, 94 kvinnur og 143 menn, skrásett at fáa pengar frá ALS
Arbeiðsloysið er lítið. Tað fór niður í 0,9 prosent í september, og í desember var tað framvegis 0,9 prosent.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.03.2022 - 10:54

Arbeiðsloysið var framvegis minni enn eitt prosent í desember í fjør.

Tað var 0,9 prosent, sum svara til 255 fulltíðararbeiðsleys. 302 fólk vóru arbeiðsleys.

Tað fór niður á 0,9 prosent í september, og var har bæði í oktober og november.

Í august í fjør var arbeiðsloysið 1,1 prosent.

237 fólk arbeiðsleys nú

Í dag eru 237 fólk, 94 kvinnur og 143 kvinnur, skrásett at fáa pengar frá ALS.

Tey, sum detta úr ALS, fáa arbeiðsloysisstuðul frá Almannaverkinum.

413 fólk fáa fiskavirkisstuðul. 1157 fólk eru í teirri skipanini hjá ALS.

75 starvslýsingar, tað eru leys størv, eru á heimasíðuni hjá ALS í dag. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327