Macron hevur aftur tosað við Putin

Macron hevur aftur tosað við Putin
Russiski forsetin sigur, at málini eru at avvápna Ukraina og at gera landið uttanveltað
Frá toppfundinum millum Putin og Macron. Nú hevur franski forsetin aftur tosað við russiska starvsbróðurin og heitt á hann um at gevast at bumba í Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.03.2022 - 14:33

Franski forsetin, Emmanuel Macron hevur í dag tosað í telefon við russiska starvsbróðurin, Vladimir Putin  fyri triðju ferð síðani innrásina í Ukraina. 

Sambært russisku frásøgnini frá samrøðuni, hevur Putin sagt við Macron, at hann ætlar sær at røkka sínum máli í Ukraina undir øllum umstøðum. Og tey málini eru at avvápna Ukraina og gera Ukraina uttanveltað, skrivar Reuters. 

 

Samrøðurnar halda fram

Ett av starvsfólkunum hjá Macron sigur, at forsetin hevur tosað við ukrainska forsetan, Volodomyr Zelenskij, eftir samrøðuna við Putin. 

Í einari røðu mikudagin tvíhelt franski forsetin um, at samrøðurnar við Putin skulu halda fram. Hann sigur endamálið við teimum er at sannføra Putin um, at álopini á Ukraina mugu halda uppat.

- Vit kríggjast ikki við Russland. Eg havi valt at hava samband við Putin so leingi, sum eg kann, og so leingi tað er neyðugt, sigur Macron. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Vágskálin: Frá Jóannesi bónda til Frú S
216535
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Mannakor og korona 1:4
216604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470