Føroyskt fyri útlendingar

Føroyskt fyri útlendingar
Fróðskaparsetur Føroya fer aftur í ár at bjóða út skeið í føroyskum fyri útlendingar. Talan er um tvey skeið á BA-stigi
Skeiðini í føroyskum fara fram á Føroyamálsdeildini
 
10.07.2013 - 10:45
Talan er um tvey skeið á BA-stigi:

Faroese for foreigners I, har fortreytin er, at tey lesandi skulu hava miðnámsskúlaprógv ella tað, sum svarra til eitt slíkt.
Faroese for foreigners II, har fortreytin er, at tey lesandi skulu hava tikið fyrra skeiðið “Faroese for foreigners I” ella hevur eitt summarskeið í føroyskum.

Endamálið er at geva teimum lesandi innlit í føroyska mállæru og málnýtslu. Serliga verður dentur lagdur á málførleikarnar at tosa, at fata, at lesa og partvís eisini at skriva.  Dentur verður lagdur á formsíðuna hjá málinum, eins væl og at tey lesandi læra at nýta hesa í praksis.

Skeiðini byrja 1. oktober 2013 og halda á til 21. desember 2013. Lærari verður Erla Bech Nolsø. Hjalmar P. Petersen hevur ábyrgd av skeiðunum.

Frálæran verður í høvuðsheitum fjarundirvísing, men  tey lesandi hittast eisini nakrar ferðir. Hetta verður eftir ætlan; í byrjanini, tá skeiðið er hálvrunnið og móti endanum av skeiðnum.

Skeiðini telja 10 ECTS hvørt.

Fróðskarparsetrið sigur, at fólk kunnu tekna seg til skeiðið, sjálvt um tey ikki búgva í Føroyum.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891