Russland ávarar um vápnastuðul

Russland ávarar um vápnastuðul
Russland hevur nú boðað frá, at vápnastuðul og vápnaflutningur til Ukraina frá Nato-londum verða sædd sum loyvd mál fyri herin, og kunnu tey tí vænta hernaðarligar atsóknir
 
13.03.2022 - 14:20


Hendan ávaringin kemur frá varauttanríkisráðharranum Sergei Ryabkov, eftir at Bretland, Týskland og USA hava sent verjuvápn móti stríðsvognum og flogførum til høvuðsstaðin í Ukraina, Kyiv. 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur eisini játtað at brúka 200 milliónir dollarar, góðar 1,4 milliardir krónur, til hernaðarhjálp til Ukraina. Tað boðaðu Hvítu húsini frá í einum tíðindaskrivi í gjár.

Varauttanríkisráðharrin sigur, at Russland áður hevur ávarað USA um, at vápnastuðul ikki bert er ein vandamikil avgerð, men eisini ein avgerð, sum ger vápnaflutningslið til loyvd mál hjá russiska herinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373