Fimm ukrainar aftrat til Suðuroyar

Fimm ukrainar aftrat til Suðuroyar
Reyði Krossur tekur ímóti teimum á flogvøllinum
Fríggjadagin kom níggju fólk úr krígsherjaða Ukraina til Føroya. Hósdagin koma fimm aftrat.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.03.2022 - 18:00

Hósdagin koma fimm fólk aftrat úr krígsherjaða Ukraina til Føroya.

Reyði Krossur Føroya tekur ímóti teimum á flogvøllinum, og haðani fara tey beina leið til Suðuroyar.

Í síðstu viku kom eisini fleiri fólk úr Ukraina til Føroya. Fyribils eru tey ferðafólk.

Mortan Vang á Tvøroyri sigur, at tað stendur ikki á at hýsa teimum, sum nú koma aftrat:

 

1515282

 

Mortan Vang sigur, at tað pólska uttanríkisráðið, sum hevur fingið í lag, at fólkini koma til Føroya: 

 

1515293


Fleiri av børnunum kunnu fáa fjarundirvísing úr Ukraina, og onkur av foreldrunum kunnu eisini arbeiða heimanifrá, nú landið er í kríggj. 

 

Mortan Vang sigur, at tað stendur ikki á at hýsa teimum, sum koma aftrat úr krígsherjaða Ukraina.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472