Amerikanska senatið: Putin er krígsbrotsmaður

bannari
Amerikanska senatið: Putin er krígsbrotsmaður
Yvirlýsingin var einmælt samtykt
Vladimir Putin, forseti, er krígsbrotsmaður, sigur amerikanska senatið.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.03.2022 - 11:22

Amerikanska senatið hevur einmælt samtykt eina yvirlýsing, sum fordømir russiska forsetan, Vladimir Putin, sum krígsbrotsmann.

Tað hevur vakt ans, at samtyktin var einmælt, tí vanliga er amerikanska kongressin ósamd, skrivar The Guardin sambært Ritzau..

- Í dag eru vit øll, bæði demokratar og republikanarar, á einum máli um, at Putin kann ikki renna undan ábyrgdini fyri ræðuleikunum, sum hann hevur framt móti ukrainska folkinum, sigur leiðarin hjá demokratunum í senatinum, Chuck Schumer. 

Demokratarnir hava meirilutan í senatinum.

Joe Biden, forseti, fer væntandi í dag at boða frá, at USA er til reiðar játta meira enn eina milliard dollarar, 6,7 milliardir kr., í hernaðarhjálp til Ukraina, skrivar Wall Street Journal.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098