Breddin: Kjak um arbeiðsmarknaðin

Breddin: Kjak um arbeiðsmarknaðin
Politikarar og umboð fyri arbeiðsmarknaðin vera í sendingini fyrrapartin
Hvat kann gerast fyri at fáa starvsfólk til øki, har tørvurin er størstur? Kjak um arbeiðsmarknaðin verður í Breddanum í dag.
 
17.03.2022 - 09:11

Skattafrádráttur til ávísar fakbólkar - 50 milliónir kr. til at lyfta fakbólkar - styttri arbeiðsvika - veruligar, og ikki frammanundan fastlæstar, sáttmálasamráðingar.

Síðstu dagarnar hava vit hoyrt fleiri boð uppá, hvussu loysast kann upp á fastlæsta, almenna arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at arbeiðsmegi fæst til tey øki, har tørvurin er størstur.

Finst nøkur løtt loysn? Finst nøkur loysn yvirhøvur?

Í Breddanum í dag verður eitt breitt kjak um arbeiðsmarknaðin.

 

Við kjakborðið vera: 

Óluva í Gong, forkvinna í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum  

Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkkinum

Aksel V. Johannesen, formaður i Javnaðarflokkinum

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum 

Súsanna Olsen, námslektari í samfelagsvísindum, Fróðskaparsetur Føroya

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472