Biden og Ping hava telefonfund seinnapartin

Biden og Ping hava telefonfund seinnapartin
Forsetarnir báðir fara m.a. at viðgera russisku innrásina í Ukraina, sum Kina framvegis ikki hevur fordømt
Kinesiski forsetin, Xi Jinping, og amerikanski starvsbróður hansara, Joe Biden, hava telefonfund seinnapartin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.03.2022 - 12:53

Amerikanski forsetin, Joe Biden, og Xi Jinping, forseti í Kina, fara á telefonfund nú kl. 13 okkara tíð. 

Tað upplýsir Jean Psaki, samskiftisstjóri í Hvítu Húsunum.

- Ríkisleiðararnir skulu røða um, hvussu kappingin millum stórveldini verður hildin innan fyri rímiligt mark, um russisku innrásina í Ukraina og onnur mál, sum ávirka áhugamálini hjá báðum londunum, sigur Psaki.

Kríggið í Ukraina og mátar at enda kríggið, verða helst eisini á skránni.

Kina hevur ikki fordømt russisku innrásina í Ukraina, og tað verður eisini viðgjørt á fundinum, sigur Jennifer Psaki.

Fer at kosta Kina dýrt

Biden fer at gera Kina greitt, at tað verður dýrt fyri Kina, um landið á ein ella annan hátt bjargar Russlandi úr búskaparligu trupulleikunum, sum fara at standast av tiltøkunum, sum Vesturheimurin hevur sett í gildi móti Russland.

Kina hevur framvegis ikki boðað frá, hvørja støðu landið hevur til russisku innrásina, og telefonfundurin millum Biden og Xi er gott høvi at fáa hylling á, hvar Xi stendur í sambandi við russisku innrásina. 

Politiskir viðmerkjarar siga, at stjórnir bæði eystanfyri go vestanfyri stúra fyri, at Kina fer at veita Russlandi umfatandi stuðul og enntá hernaðarligan stuðul.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097