Bústaðir byggja íbúðir í Sandavági

Bústaðir byggja íbúðir í Sandavági
Hetta er triðja byggingin hjá Bústøðum í Vágum
Íbúðirnar verða í einari lon, og tær skulu eftir ætlan verða lidnar í heyst.
 
23.03.2022 - 16:00

Bústaðir hava gjørt arbeiðstakarasáttmála við Seve og Norðhús um at byggja fimm íbúðir í Sandavági.

Talan er um bygging í einari hædd á einum grundøki, sum er umleið 2,000 fermetrar, á Steigabrekku 24. Jákup á Stongum, arkitektur, hevur gjørt upprunaligu tekningarnar fyri byggingina.

Íbúðirnar verða bygdar í einari lon.Tær verða umleið 80 fermetrar til støddar hvør og hava køk/stovu í einum, tvey sovikømur og baðirúm. Til hvørja íbúð hoyrir úthús og terassa. Íbúðirnar verða hitaðar við jarðhita. Góð parkeringsviðurskifti eru á økinum.

Lidnar í heyst

Farið verður undir verkætlanina í næstum, og byggingin skal verða liðug seint í heyst. Tá íbúðirnar eru lidnar, verða tær bodnar til leigu til tey, sum eru á bíðilista hjá Bústøðum.

Hetta er triðja byggingin hjá Bústøðum í Vágum.

Frammanundan hava Bústaðir 10 íbúðir í Sørvági, fimm íbúðir á Garðsvegi, sum vóru bygdar í 2015, og fimm íbúðir Undir Bólheyggi, sum vóru lidnar í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098

Annað frá KVF