Breddin: Kríggið í Ukraina og matvørutrygd

Breddin: Kríggið í Ukraina og matvørutrygd
Í sendingini í dag verður spurt um matvørutrygdina í Føroyum, og um vit kunnu fáa meira burtur úr egnum matvørutilfeingi
Matvøruprísirnir hækka støðugt, men kunnu vit fáa meira burtur úr okkara egna matvørutilfeingi, verður spurt í Breddanum í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.03.2022 - 09:15

Matur og matvørutrygd er aftur vorðin ein spurningur, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina. Tí hóast russisku bumburnar hvørki raka okkum, ella nær við, so merkjast búskaparligu avleiðingarnar hjá okkum og alla aðrastaðni.

Matvøruprísirnir fara beint uppeftir, tí nú er tað ikki bara inflasjónin, sum ger alt dýrari. Matvøruframleiðslan er undir trýsti, tá stóru kornmarkirnar í Ukraina eru krígsherjaðar, og landið hevur sett í verk útflutningsbann. Haraftrat hevur Russland avmarkað kornútflutningin.

Men hvussu er við matvørutrygdini í Føroyum, ber til at gerast meira sjálvstøðug, ella fáa vit í heila tikið nóg mikið burtur úr teimum framleiðslumøguleikum og tilfeinginum, sum eru í Føroyum?

Í sendingini verður hugt at matframleiðsluni frá landbúnaðinum í Føroyum, nú matprísirnir kring okkum hækka í hvørjum.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327