Sløkkja í kvøld

Sløkkja í kvøld
Tiltakið Earth Hour verður í kvøld 
Earth Hour á Tinghúsvøllinum.
 
26.03.2022 - 09:16

Tiltakið Earth Hour verður í kvøld. 

Fleiri kommunur boðar frá, at í kvøld millum kl. 20.30 og 21.30 verða meginparturin av gøtuljósunum sløkt, og summar kommunur skipar fyri tiltøkum hendan tíman í kvøld.

Tórshavnar kommuna skipað fyri einum túri niðan á Kongavarða, haðani gongufólkið eygleiðir býin, meðan ljósini sløkna. 

Túrurin byrjar við skúlan á Argjahamri kl. 19.30. Skótar seta tálgarljós fram við gøtuni.

Eisini sunnanfyri

Tvøroyrar Kommuna sløkkir eisini ljósið í kvøld. Skipað verður fyri gongutúrið kl. 19.45 í kvøld. Túrurin byrjar við Tvøroyrar Bygdar - og sjóvinnusavn.

Um viðrar skipar Vágs kommuna fyri túri upp á Gjógvaráfjall. Farið verður frá plantaguni kl. 19.30. Eisini verða aftankvirra í Vágs kirkju henda tíman meðan ljósini eru sløkt.

Endamálið við Earth Hour varupprunaliga at gera vart við veðurlagsbroytingarnar, men síðani er oyðingin av djóra- og plantusløgum vorðin eitt líka so týdningarmikið mál.

Tú kanst lesa meira um hetta á erathhour.org. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083