Mariupol stendur fyri falli

bannari
Mariupol stendur fyri falli
Sambært ukrainskum fregnartænastuleiðara royna russar at skapa eitt Norður- og Suðurkorea í Ukraina
Mariupol hevur leingi verið kringsettur av russiskum herdeildum, og støðan í býnum er syndarlig
Mynd: Savnsmynd  
 
27.03.2022 - 14:41

Hóast russiski herurin hevur trupulleikar nógvastaðni í Ukraina, so fara russar ivaleyst at taka býin Mariupol, sum liggur í landsynningspartinum av landinum, innan fáar dagar. Tveir vegir vera opnir í dag, so borgararnir í Mariupol kunnu flýggja úr býnum við bili, eins og úr landspørtunum Luhansk og Donetsk, sigur varaforsætisráðharrin í Ukraina, Mykhailo Fedorov, sambært NRK. 

Støðan fyri ukrainar versnar alsamt, og ukrainska stjórnin heldur uppá, at russar loypa á bæði goymslur við brennievni og mati.

Vadym Denyseko, sum er ráðgevi í ukrainska innanríkisráðnum, sigur, at Russland er í ferð við at senda nýggjar og hvíldar hermenn til ukrainska markið. Hetta heldur hann fer at merkja, at russar fara at fremja nýggj álop har eysturi í landinum, skrivar NRK.

Sambært leiðaranum í ukrainsku fregnartænastuni, Kyrylo Budanov, royna russisku herdeildirnar at býta Ukraina í tveir landspartar og gera ein Moskva-stýrdan part av landinum, tí royndirnar at taka alt landið eru miseydnaðar.

- Hetta er ein roynd hjá russum at skapa eitt slag av Norður- og Suðurkorea í Ukraina, sigur Budanov við Reuters.

Fregnartænastuleiðarin ímyndar sær eisini, at ukrainar skjótt fara undir eitt guerillkríggj í teimum russiskt stýrdu økjunum í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065