Savnaðu góðar sjey milliónir til Ukraina

Savnaðu góðar sjey milliónir til Ukraina
Reyði Krossur og Kringvarp Føroya skipaðu fyri tiltakinum
Tá avtornaði, vóru góðar sjey milliónir krónur savnaðar inn á stuðulstiltakinum í gjárkvøldið.
 
28.03.2022 - 08:53

Føroyingar savnaðu oman fyri sjey milliónir krónur inn í gjárkvøldið, tá stuðulskonsert til frama fyri neyðstøddum í sambandi við kríggið í Ukraina var í Lívdini í Hoyvík.

Neyva talið er sjey milliónir, 247 túsund og 177 krónur.

Á skránni vóru tónleikur, samrøður og innsløg um hjálparátøk í Ukraina og í Føroyum

Reyði Krossur og Kringvarp Føroya skipaðu fyri tiltakinum.

Sendingin frá innsavningartiltakinum sæst her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334