Vilja hava pengar til koronudeildina alt hetta árið

Vilja hava pengar til koronudeildina alt hetta árið
Í uppskotinum um eykajáttanarlóg fyri mars, hevur landsstýrismaðurin bara biðið um pening, so deildin kann virka fyrra hálvár
Koronudeildin á Landssjúkrahúsinum. Leiðslan á LS vil hava fígging, so lonirnar kunnu verða tøkar alt hetta árið.
 
28.03.2022 - 18:02

Landssjúkrahúsið hevur biðið um játtan, so koronudeildin kann vera tøk árið út.

Í løtuni ber ikki til at siga nakað við vissu um koronu, men serfrøðingar hava víst á, at tað kann vera, at smittan tekur seg upp aftur í heyst. M.a. er tað metingin hjá landslæknanum, verður upplýst á Landssjúkrahúsinum.

Og tí er neyðugt at hava tilbúgvingina klára, sigur Landssjúkrahúsið.

Hóast almennu tilmælini eru burtur, so gerast fólk sjúk av koronu, og til tíðir er tørvur á, at tey fáa viðgerð á sjúkrahúsi.

Í løtuni eru tey, sum hava tørv á hjálp á sjúkrahúsi, ikki nógv í tali, og  sjúklingarnir vera viðgjørdir á ymsu deildunum.

Koronulonirnar eru tøkar, um farsóttin tekur seg upp aftur, og um fleiri hava tørv á viðgerð á sjúkrahúsinum.

Tí hevur Landssjúkrahúsið biðið um játtan, so koronulonirnar verða tøkar alt árið.

 

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

 

Biðið um pengar til fyrra hálvár

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Uni Rasmussen, hevur í eykajáttanarlógini fyri mars biðið um um fleiri pengar til heilsuverkið.

Í umsóknini vísir hann á, at játtanin til koronukanningar sambært sjúkrahúsverkinum longu er brúkt, og nakað aftrat, tí smittutrýstið var sera stórt fyrstu seks ella sjey vikurnar í ár.

Skal vanligi raksturin á Landssjúkrahúsinum halda fram sum vanligt í ár, er neyðugt við fýra milliónum kr. aftrat, vísir landsstýrismaðurin á.

Í eykajáttanini fyri mars, vísir Uni Rasmussen eisini á, at játtanin til fyribils koronudeldina var galdandi fyri fyrsta ársfjórðing í ár. Mett verður, at tørvur verður á koronudeildini fyrra hálvár.

Fíggjarliga verður mett, at koronudeildin kostar um átta milliónir kr. at reka árliga, og tí verður biðið um tvær milliónir kr. aftrat, so koronudeildin kann virka fyrra hálvár, stendur í uppskotinum til eykajáttan fyri mars, sum Uni rasmussen, landsstýrismaður hevur lagt fyri løgtingið.

Uppskotið er til viðgerðar í fíggjarnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. apríl
Vikugesturin: Tey útstoyttu standa mær nær
206907
Leygardag 11. apríl
Vikan 11. apríl 2026
206906
Leygardag 11. apríl
Morgunlestur leygardagur 11.apríl 2026
206586
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873