Breddin: Gongd í haga

Breddin: Gongd í haga
Landsstýrismaðurin hevur kastað frá sær, men hvar er málið nú, verður spurt í sendingini í dag
Málið um gongd í haga stendur í samgonguskjalinum, men enn røkist einki fyri eini loysn. Málið verður viðgjørt í Breddanum í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.03.2022 - 09:25

Gongd í haga var eitt av teimum heilt stóru málunum, sum samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin setti sær fyri at loysa, tá samgongan tók við í september 2019. 

Men hálvttriðja ár eftir, at samgongan bleiv skipað, røkist lítið fyri einari loysn. 

Landsstýrismaðurin kastar frá sær: Eingin semja um gongd í haga - er yvirskriftin hjá Dimmalætting í vikuni. 

Á Breddanum í dag kanna vit, hvar eldfima málið liggur nú. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Hósdag 23. apríl
Breddin: Virkin deyðshjálp
207458
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489