Breddin: Zelenskyj á talgildari sjarmuferð

Breddin: Zelenskyj á talgildari sjarmuferð
Ukrainski forsetin hevur hildið røðu í norðurlendskum parlamentum í seinastuni, men hvat hevur hann fingið burturúr, verður spurt í sendingini.
Ukrainski forsetin hevur hildið talgilda røðu í fleiri londum í seinastu tíðina. Henda myndin er úr týska samveldistinginum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.04.2022 - 09:29

Meðan kríggið hevur herjað í Ukraina seinastu vikuna, hevur forsetin, Volodomyr Zelenskyj, verið á einari talgildari sjarmuferð í norðurlendsku parlamentunum, í eini roynd at fáa fíggjarligan, diplomatiskan og hernaðarligan stuðul. 

Men hevur hann fingið tað burturúr, sum hann vildi?

Vit lodda dýpið fyri undirtøkuni og hyggja at røðunum hjá ukrainska forsetanum, sum bæði bergtaka og skelka parlamentarikarar í hesum døgum.

Vit enda sendingina í Fraklandi, har støða skal takast til, hvat av teimum 12 valevnunum skal vera forseti næstu fimm árini.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098