Barnaumboðið og barnaráðið aftur í tingið

Barnaumboðið og barnaráðið aftur í tingið
Lógin um Barnaumboð og Barnaráð er á veg aftur í løgtingið
Mynd: savnsmynd  
 
15.07.2013 - 09:30
Uppskotið kom í løgtingið fyrst í mars. Men tað kom ikki aftur úr Trivnaðarnevndini, áðrenn tingið fór í summarfrí.
 
Men uppskotið kemur afturíaftur á ólavsøku. Almannamálaráðið hevur sent tað til hoyringar.
 
Ætlanin er framvegis, at nýggjársdag næsta ár fáa børn og ung í Føroyum sín egna umboðsmann og sítt egna ráð.
 
Barnaumboðið og Barnaráðið skulu røkja áhugamálini hjá øllum, sum eru yngri enn 18 ár, og hjá 18 ára gomlum ella eldri, sum eru undir barnaverndarlógini.  
 
Sambært einari ST frágreiðing frá 2011 ber til at betra rættartrygdina og rættindini hjá børnum og ungum í Føroyum.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947