Eldramálið bjóðar til navna- og búmerkjakapping

Eldramálið bjóðar til navna- og búmerkjakapping
Á stovnandi aðalfundini hjá Eldraráðnum herfyri varð samtykt at skriva út navna- og búmerkjakapping
Eldramálið bjóðar til navna- og búmerkjakapping.
 
16.07.2013 - 10:45

Í tíðindaskrivi sigur Eldramálið, at nevndin ynskir eitt navn, sum fellir væl, og sum samljóðar við virksemið hjá felagnum.

Nevndin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnu uppskotini ella einki at velja. Virðislønin fyri besta uppskotið er trýtúsund krónur.

Somuleiðis tilskilar nevndin sær rætt til at velja navn ella búmerki frá hvør sínum uppskotsstillara. Virðislønin er tá tveytúsund krónur fyri hvørt.

Dómsnevnd
Innkomin uppskot verða viðgjørd av hesi dómsnevnd: Rúna Sivertsen, Hanne-Dot Ludvig, Betzy Ludvig, Mary Antonsdóttir, Kirstin Simonsen, Tóra Tórgarð, Torkil Skála og Victoria Absalonsen.

Uppskot skulu vera felagnum í hendi í seinasta lagi  15. august 2013. Vinnandi uppskotið verður almannakunngjørt 30. august 2013.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025