Daniel og Dania víðari í Sement

Daniel og Dania víðari í Sement
2. umfar í kappingini var í gjár
Heri Danielsen, sangari í bólkinum Daniel, til 2. umfar av Sement
Mynd: Skíggjamynd úr stroymingini á kvf.fo  
 
17.04.2022 - 13:46

Bólkurin Daniel og songkvinnan Dania O. Tausen vunnu pláss í finaluni í tónleikakappingini Sement, tá 2. umfar varð hildið í Reinsarínum í Havn í gjárkvøldið. 

Bólkurin hjá Daniu O. Tausen var í gjár mannaður við Ragnari Finsson á gittar, Benjamin Dalheim Djurhuus á gittar, Vár Eyðunsdóttir Miðberg á trummum og Elin Maria Hansen á bass. 

Bólkurin Daniel er mannaður við sangaranum Hera Danielsen, bassleikaranum Benjamin Djurhuus, Høgni Jógvansson á klaver og á trummum Dávid Petersen.

Hinir bólkarnir sum luttóku í kappingini í gjár vóru Marianna Winter, Adrenaline og Magnus King

Triðja umfar verður næsta leygardag og finalan verður 30. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793