Landsstýrismaður vil hava heimild at víðka pantskipanina

Landsstýrismaður vil hava heimild at víðka pantskipanina
Enn ein landsstýrismaður, hesaferð Magnus Rasmussen, lovar at gera sítt til, at tað verður høgligar hjá fólki at fáa pant fyri íløt
Í løtuni er tað sera tvørligt at selja fløskur ella íløt
 
19.04.2022 - 14:40

Burdi verið so lætt, men er alt annað - at selja fløskur, sum tað æt í gomlum døgum. 

Í dag eru talan um ymisk sløg av íløtum, sum pant fæst fyri. Trupulleikin í Føroyum er, at tú sleppur ikki av við øll íløtini eitt og sama stað. 

Ofta skalt tú kanst til trý ymisk støð, fyri at sleppa av við øll íløtini. 

 

Lovar bót og bata

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, ætlar nú at fáa heimild til at víðka pantskipanina til fleiri sløg av íløtum enn bara íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir, sum galdandi lóggáva er avmarkað til.

Tað sigur hann í svari til Sámal Hanna Lognberg, løgtingsmann, sum spurdi um pantskipanina.

 

9. apríl segði Magnus Rasmussen við útvarpið, at hann ætlaði at koma við einum lógaruppskoti um pantskipanina í heyst.

Magnus_pant

 

Afturvendandi mál

Tvørliga pantskipanin hevur verið eitt afturvendandi politiskt mál í nógv ár. 

Dag og vika hevði eitt innslag um pantskipanina 7. november í 2016. 

20161107_PANTSKIPAN_SKAL_ENDURSKODAST

 

Eitt annað innslag var 13. august 2021. 

20210813_TORFORT_AT_SELJA_FLOSKUR

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV