- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tíggju heiðursmerkir á triðja degi
Tíggju heiðursmerkir á triðja degi
Føroyar hava í dag vunnið 2 gull, 4 silvur og 4 bronsu á Oyggjaleikunum í Bermuda

Fimleikararnir vunnu tilsamans sjey heiðursmerkir í dag
16.07.2013 - 23:00
Fimleikurin gjørdi eitt ordans hál í dag. Fimleikararnir vunnu tilsamans níggju heiðursmerkir. Hini bæði heiðursmerkini komu í einkultstarti í súkkling.
Valery Savins og Øssur Debes Eiriksfoss vunnu hvør sína gull í fimleiki.
Øssur Debes Eiriksfoss vann har afturat tríggjar silvur.
Bogi Berg vann tvær bronsu í fimleiki.
Í súkklingini vunnu Torkil Veyhe og Súsanna Skylv Sørensen ávíkavist silvur og bronsu í einkultstarti.
Síðsta heiðursmerki kom í kvøld í nátt (føroyska tíð), tá Heri Ziska vann bronsu í klingruvarpi
Føroyar hava nú tilsamans vunnið 20 heiðursmerkir fyrstu tríggjar dagarnar.
Gull: 5
Silvur: 7
Bronsu 8
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























