Guterres vitjar í Moskva í dag

bannari
Guterres vitjar í Moskva í dag
ST-aðalskrivarin hevur fleiri ferðir mælt til humanitera vápnahvíld í krígnum í Ukraina
Antonio Guterres, ST-aðalskrivari, er í Russlandi í dag.
 
26.04.2022 - 09:13

Aðalskrivarin í ST, Antonio Guterres, kemur í dag á vitjan í Russlandi.

Við sær hevur hann eitt ítøkiligt ynski úr Ukraina, sum vil hava ST hava hava fult fokus á at fáa fólk úr havnarbýnum Mariupol.

- ST er ført fyri at gera hetta. Við politiskum vælvilja og integriteti vóni eg, at vit gera framstig, sigur ukrainski uttanríkisráðharrin,  Dmytro Kuleba.

 

Verið í Turkalandi

Guterres hevur verið á vitjan í Turkalandi, sum hevur skipað fyri fleiri friðarsamtalum millum Ukraina og Russland. Hann er nú á veg til Russlands.

Eftir vitjanina í Moskva fer hann til ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv.

Guterres hevur fleiri ferðir mælt til humanitera vápnahvíld í krígnum í Ukraina, men undan fundinum í Moskva, sigur russiski sendiharrin í ST, at enn er langt á mál til nakra vápnahvíld.

 

Biðja um vápnahvíld

Flemming Splidsboel Hansen, granskari á danska stovninum fyri altjóða gransking og serfrøðingur í russiskum trygdarviðurskiftum, væntar, at um umbønin um vápnahvíld fer at standa ovast á breddanum á fundinum í Moskva í dag.

Hann sigur við danska kringvarpið, at hann ivast í, um nøkur stór avtala kemur burtur úr fundinum í Moskva í dag:

 

1523547

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572