Føroyingar drekka minni

Føroyingar drekka minni
Føroyingar drekka minni nú, enn tá Rúsdrekkasølan kom í 1992
Alkoholnýtslan er minkað síðan 1992.
 
17.07.2013 - 11:30

Í 1992 var rúsdrekkasølan í Føroyum 8,8 litrar av reinum alkoholi fyri hvørt fólk, 15 ár og eldri. Í fjør var hon 6,6 litrar.

Men 1992 var eitt óvanligt ár, tí árini frammanundan var sølan áleið tveir litrar minni.

Minni brennivín
Tøl, sum Rúsdrekkasølan hevur kunngjørt á sínari heimasíðu, vísa eisini, at minkingin frá 1992 til 2012 stavar frá brennivíninum. Fólk drekka minni brennivín nú.

Í fjør vóru tølini fyri vín og øl tey somu, men brennivínið var farið niður í 1,9 litrar av reinum alkoholi fyri hvørt fólk, 15 ár ella eldri.

Bara eittans ár síðani 1970 hevur brennivínssølan verið minni, tað var í 1971, tá hon var 1,8 litrar.

Tølini fara heilt aftur til 1970.

Við í tølunum eru ikki tollfría sølan, tað, sum verður smuglað og heimabryggj.

Í 1992 drukku føroyingar 4,1 litrar av brennivíni, 1,4 litrar av víni og 3,1 litur av øli.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028