Bakkafrost ætlar at taka 150.000 tons um fýra ár

Bakkafrost ætlar at taka 150.000 tons um fýra ár
Alirisin fer at gera íløgur fyri 1,7 milliardir krónur í ár
Framleiðsluorkan skal útbyggjast, soleiðis at fyrirøkan kann ala 180.000 tons av laksi um árið.
 
29.04.2022 - 15:54

Í 2026 - tað er um fýra ár - skal Bakkafrost taka 150.000 tons av laksi í kruvdari vekt. 

Tað segði nevndarformaðurin í Bakkafrosti, Rúni M. Hansen, í formansfrágreiðingini hjá felagnum, sum hevur aðalfund í dag.

Sambært nevndarformanninum skal framleiðsluorkan næstu árini útbyggjast, soleiðis at fyrirøkan kann ala 180.000 tons av laksi um árið.

Fyri at røkka málinum, skulu sera stórar íløgur gerast næstu árini. Sambært nevndarformanninum ger Bakkafrost íløgur fyri 1,7 milliardir krónur í ár, 1,1 milliard í Føroyum og 600 milliónir í Skotlandi.

 

Rúni M. Hansen er nevndarformaður í Bakkfrosti.

 

Minka lívfrøðiliga váðan

Endamálið við íløgunum er - sambært nevndarformanninum - at minka um lívfrøðiliga váðan, betra um kappingarførið og skapa burðardyggan vøkstur.

Aðalfundurin í Bakkafrosti í dag samtykti eisini at lata eigarunum 5,14 krónur í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Tað gevur tilsamans 304 milliónir krónur í vinningsbýti fyri árið í fjør.

Ein nevndarlimur í Bakkafrosti er skiftur. Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist og nevndarformaður í Visit Faroe Islands, fór úr nevndini. Í hansara stað kom Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

Hini í nevndini eru afturvald. Tey eru Rúni M. Hansen, formaður, Teitur Samuelsen, Annika Frederiksberg, Øystein Sandvik og Einar Wathne.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928