Meira endurvunnið og minni tyrvt

Meira endurvunnið og minni tyrvt
IRF hevði 4,5 mió. kr. í avlopi í fjør
Brennistøðin hjá IRF.
 
30.04.2022 - 10:26

IRF hevði 4,5 mió. kr. í avlopi í fjør. Roknað var við 300.000 kr. í avlopi.

Bruttoúrslitið gjørdist 66,2 mió. kr., sum er 5,3 mió. kr. meira enn í 2020. 

Ein triðingur av burturkastinum var endurvunnin í fjør.

Í fjør fóru til dømis graslíki og glas av landinum til endurvinningar fyri fyrstu ferð.

Meira rusk

IRF fekk 42.109 tons av burturkasti í fjør, 3,4 prosent meira enn í 2020. 

59,3 prosent vóru brend, 33,2 prosent, endurvunnin 7,5 prosent tyrvd. 18,6 prosent meira vóru endurvunnin í fjør enn í 2020, men 26,3 prosent minni vóru tyrd. 

Í 2021 gjørdi IRF íløgur fyri 62 mió. kr. 

IRF hevði aðalfund í gjár.

Allar kommunur uttan Tórshavnar kommuna eru í IRF. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949