Forsetin fingið koronu

Forsetin fingið koronu
Íslendski forsetin, Guðni Thorlacius Jóhannesson, sum skuldi halda fyrilestur í Havn mánadagin, hevur fingið koronu
Guðni Thorlacius Jóhannesson, forseti.
 
30.04.2022 - 13:14

Korona spøkir enn.

Íslendski forsetin, Guðni Thorlacius Jóhannesson, sum skuldi halda fyrilestur í Havn mánadagin, hevur fingið koronu, skrivaði heimasíðan forseti.is í gjár.

Hann skal vera í sóttarhaldi í fimm dagar, hóast hann hevur veik sjúkueyðkenni.

Forsetin skuldi halda almennan fyrilestur í Kongshøll um nationalismu í byltingartíð, og hvat vit smáu tjóðir í Norðuratlantshavi kunnu læra í hesum sambandi. 

Fyrilesturin skuldi vera mánadagin 2.mai, men er nú útsettur, fyribils í eina góða viku, skilst.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815