SWAY fekk Reinsaríið at svinga

SWAY fekk Reinsaríið at svinga
SEMENT22: Reinsaríið slapp bæði á flog og at svinga við Barbershop-trioini SWAY, ið var sera sannførandi við sangum um gerandislívið hjá føroyingum
SWAY er samansett av trimum at bestu ungu sangarinnunum í landinum, og tað hoyrdist í finaluni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.04.2022 - 22:02

Sement-finalan fevnir aftur í ár sera víða tónlistarliga, tí á pallinum er alt frá undirgrunds-hipphoppi úr Havn, hugtakandi jazzpoppi frá Daniu, andligan musicalpoppi av Toftum og so til Barbershop-sangin hjá SWAY. 

SWAY hevur langt síðani hertikið oyggjarnar tónlistarliga, tí tær hava framført nógv kring landið seinastu árini á alt frá jólaborðhaldum til nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri. 

Musikaliteturin er í topp hjá Mariannu Winther Nagata, Daniu O. Tausen og Katrinu Olsen, sum eru tríggjar av okkara sterkastu ungu songkvinnum. Tær syngja og harmonera, so sjálvt einglarnir klappa og byrja at spæla afturvið. Og tær komu sera væl fyrireikaðar og í toppformi til Sement-finaluna. 

SWAY byrjaði við einum stuttligum og sjálvironiskum sangi um tær sjálvar, ið var nýggjur og ein stuttligur máti at presentera seg uppá.  

SWAY framførslan var ótrúliga sannførandi. Men tað sum SWAY hava í musikaliteti og dugnaskapi, ja tað manglar tær kanska í kanti. Tað liggur í grundini í sjangruni, ið tær hava tveitt seg útyvir, tí Barbershop er sera siðbundin sjangra. 

Treyðugt so, so dugir SWAY sera væl at umseta kendar støður hjá føroyingum um til sangir, eitt nú sangurin um ein flogtúr millum Keypmannahavn og Vágar við Atlantic Airways. Sangur verður eitt hitt, tá hann einaferð verður givin út. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Mikudag 14. januar
Ring munnrøkt kann elva til sjúku
202655
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498