- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sinn Féin vann tjóðartingsvalið

Flokkurin fekk 27 av teimum 90 tingsessunum í tjóðartinginum og er hetta fyri fyrstu ferð, síðani Norðurírland í 1921 gjørdist partur av Bretlandi, at ein loysingarflokkur er størsti flokkur.
Michelle O’Neill, forkvinna í Sinn Féin, sigur hetta boða frá einum nýggjum tíðarskeiði í norðurírskum politikki, nú sambandsflokkarnir hava sitið við stjórnarvaldinum í fleiri áratíggjur.
Næststørsti flokkur á valinum var Demokratiski Sambandsflokkurin, DUP, ið fekk 24 tingsessir.
Formaðurin í Demokratiska Sambandsflokkinum, Jeffrey Donaldson, viðurkennir valósigurin fyri katólsku kappingarneytunum í Sinn Féin, nú mestsum alt er liðugt upptalt.
Triðstørsti flokkur varð Samgonguflokkurin, ið vil fremja samstarv millum katolikkar og protestantar, og hann fekk 17 sessir.
Síðani býttu fleiri smærri flokkar restina av sessunum millum sín.
Valúrslitið peikar á Michelle O’Neill sum fyrstaráðharra, men ivasamt er, hvussu stóra undirtøku hon fær fyri, at Norðurírland skal loysa frá Bretlandi, so alt Írland aftur kann sameinast sum ein tjóð.
Hetta krevur eina fólkaatkvøðu, men veljarakanningar í farna mánaði vístu, at bara ein triðingur av norðurírsku veljarunum tekur undir við loysingini.


























