Jónas rakk trimum Oyggjaleikakravtíðum

Jónas rakk trimum Oyggjaleikakravtíðum
Jónas Gunnleivsson Isaksen rakk ikki minni enn trimum kravtíðum til Oyggjaleikirnar á Guernsey, tá hann gjørdi bart í longdarlopi og á 100 og 200 metrum til Tårnby Games
Jónas Gunnleivsson Isaksen (t.v.) stóð seg væl í Tårnby Games um vikuskiftið
Mynd: Bragdið  
 
08.05.2022 - 19:19

Jónas Gunnleivsson Isaksen rakk trimum kravtíðum til Oyggjaleikirnar, tá hann kappaðist í Tårnby Games í frælsum ítrótti um vikuskiftið.

Í longdarlopi leyp hann 6.78 metrar - væl longri enn oyggjaleikakravið, sum er 6,35. Lopið var somuleiðis persónligt met í longdarlopi uttandura og bólkamet fyri D17. 

Í 200 metur renning gjørdi hann aftur bart. Hann rann teinin upp á 22,82 sekund. Hetta er undir Oyggjaleikakravið og var samstundis eisini persónligt met.

Á 100 meturinum rann Jónas Gunnleivsson Isaksen teinin upp á 11.37 sekund. Ein tíð sum er undir Oyggjaleikakravið og persónligt met.

Á veg við rúkandi ferð

Jónas Gunnleivsson Isaksen er á veg fram við fullari ferð. Saman við Eira Jógvansson Glerfoss varð hann fyri stuttum á venjingarlegu við danska U18-landsliðnum.

Teir báðir skulu helst umboða danska landsliðið til EM í Ísrael í summar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762