Fólkatalið veksur ikki so skjótt

Fólkatalið veksur ikki so skjótt
Burðaravlopið er tað minsta síðani 1985, tá farið var at skráseta mánaðarlig tøl
55 børn verða fødd í miðal um mánaðin, vísa tølini hjá Hagstovuni.
Mynd: Hagstovan  
 
10.05.2022 - 10:27

Fólkatalið veksur ikki so skjótt nú.

1.apríl búðu 53.882 fólk í Føroyum. Vøksturin er 1,3 prosent, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tað er frá apríl til apríl, tá fólkatalið vaks 1,6 prosent.

Burðaravlopið er minkað. Tað var 357 frá 2020 til 2021 og 167 frá 2021 til í ár. Fleiri fólk doyggja nú.   

Í mun til fólkatalið er burðaravlopið tað minsta síðani 1985, tá byrjað var at skráseta mánaðarlig tøl. 

 

50 fólk deyð um mánaðin

Nærum 50 fólk eru deyð um mánaðin seinastu fýra mánaðirnar, 15 fleiri enn seinastu árini. 

Undantikið er 2020, tá færri fólk doyðu enn frammanundan.

Gongdin hevur verið, at millum 30 og 35 fólk doyggja um mánaðin. 55 børn verða fødd í miðal um mánaðin.

Nú flyta 150 fólk til Føroya í miðal mánaðarliga, og 110 fólk flyta úr Føroyum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391