Príshækkingar: Láginntøkur eiga at fáa hjálp

16.05.2022 - 13:35
Innlendis›Samfelag
Príshækkingar: Láginntøkur eiga at fáa hjálp
Formaðurin í Búskaparráðnum mælir til tíðaravmarkaða stuðulsskipan
Prísvøksturin er so stórur, at tey, sum hava minst, eiga at fáa hjálp, heldur formaðurin í Búskaparráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Príshækkingarnar raka tey, sum hava lítla inntøku, meinast.

Fyri at lætta um hjá teimum, kann politiski myndugleikin seta tíðaravmarkaða stuðulsskipan í verk, sigur Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum.

Brúkaraprístalið fyrsta ársfjórðing í ár vaks 4,4 prosentstig samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør. Tað vil siga, at miðalprísvøksturin er 4,4 prosent.

Í dag kosta 1000 litrar av gassolju 11.725 kr.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026