Oljudálking í Suðuroy fyri rættin

Oljudálking í Suðuroy fyri rættin
Effo og Landsverk eru ákærd fyri at bróta lógina um umhvørvisvernd, men bæði Effo og Landsverk nokta seg sek
Effo og Landsverk eru ákærd fyri oljudálkingina í Froðba náttina millum 22. og 23.januar í 2018.
 
17.05.2022 - 12:50

Oljudálkingin í Froðba er nú komin í Føroya rætt.

Effo og Landsverk eru ákærd fyri oljudálkingina náttina millum 22. og 23.januar í 2018. 

Tá fóru 1800 litrar av flúgvarabensini í hagan og í eina á við tyrlupallin í Froðba.

Effo og Landsverk eru ákærd fyri at bróta lógina um umhvørvisvernd. Tann, sum eigur hagan, krevur endurgjald.

 

1800 litrar av flúgvarabensini fóru í hagan og í eina á við tyrlupallin í Froðba.

 

350 litrar í Trongisvágsfjørð

Effo er eisini ákært fyri tann 4.mai í 2020 at dálka sjógvin við Øravíkarlíð, tá olja var flutt millum ein tanga og ein oljuúrskiljara. Minst 350 litrar av gassolju fóru í eina á og haðani í Trongisvágsfjørð.

Talan er eisini her um brot á umhvørvisverndarlógina, sambært ákæruvaldinum.

Og eisini her er endurgjaldskrav.

 

Nokta seg sek

Ákæruvaldið krevur, at Effo og Landsverk rinda sekt. Effo og Landsverk nokta seg sek.

Málið byrjaði í Føroya rætti í gjár, men er ikki liðugt, tí okkurt vitni fekk ikki komið í gjár.

Nær viðgerðin heldur fram, er ikki avgjørt enn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558