Samd um at gera fríhandilsavtalu

Samd um at gera fríhandilsavtalu
Íslendski forsætisráðharrin hevur verið á almennari vitjan í Grønlandi
Mute B. Egede, landsstýrisformaður, og Katrin Jakobsdóttir, forsætisráðharri, á tíðindafundi í Nuuk í gjár.
Mynd: Sermitsiaq  
 
18.05.2022 - 08:35

Fríhandil millum Grønland og Ísland var á skránni, nú íslendski forsætisráðharrin, Katrin Jakobsdóttir, hevur verið í Grønlandi.

Sermitsiaq/ag skrivar frá tíðindafundinum hjá Múte B. Egede, landsstýrisformanni, og Katrini Jakobsdóttur í gjár, at handilin millum Grønland og Ísland er vaksin 67 prosent seinastu fimm árini.

Ein fríhandilsavtala skal gerast, eru tey bæði samd um. Á tann hátt slepst undan tolli og avgjøldum.

 

Samstarv um ferðavinnu og javnstøðu

Samstarv um ferðavinnu, javnstøðu, burðardygd, gransking, undirvísing og veðurlagið var eisini umrøtt.

Sambært Global Gender Gap Index 2021 er størsta javnstøðan í heiminum í Íslandi.

Hetta er fyrstu ferð síðani 1998, at ein íslendskur forsætisráðharri er í Grønlandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604