Alivinnan hevur væl útbúgvið fólk

Alivinnan hevur væl útbúgvið fólk
Í dag var ráðstevna um, hvussu gransking kann gagna vinnuni, og hvussu vinnan kann gagna granskingini
Tórheðin Jensen, marknaðarleiðari hjá Varðanum, var millum teirra, sum hildu fyrilestur á ráðstevnuni um gransking og vinnu.
 
20.05.2022 - 18:01

Í dag skipaðu Tórshavnar kommuna, Hugskotið og Fróðskaparsetur Føroya fyri granskingardegi undir heitinum "Vitan, Vinna og Visjón," hvørs endamál var at varpa ljós á, hvussu gransking kann gagna vinnuni, og hvussu vinnan kann gagna granskingini.

Ein av fyrilestrarhaldarunum var Tórheðin Jensen, ph.d og formaður í Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan. Hann starvast dagliga sum marknaðarleiðari hjá Varðanum í Gøtu.

Tórheðin Jensen Hann vísti millum annað á, at alivinnan hevur munandi fleiri starvsfólk við høgum útbúgvingum, enn fiskivinnan hevur. 

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her:

1528917

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520