Nú er skrivað undir sáttmálan um Fámjinstunnilin

Nú er skrivað undir sáttmálan um Fámjinstunnilin
Arbeiðið byrjar seinni í ár, og øll verkætlanin skal vera liðug miðskeiðis í 2024
Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, og Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, tá teir høvdu skrivað undir sáttmálan um Fámjinstunnilin.
Mynd: Landsverk  
 
25.05.2022 - 14:49

Í dag skrivaðu Sigurd L. Lamhauge og Stein Olvur Petersen, stjóri í byggifelagnum J&K Petersen, undir arbeiðið at gera Fámjinstunnilin og vegirnar til nýggja tunnilin.

Avtalan við byggifelagið er umleið 150 mió. kr., men samlaði kostnaðurin fyri alla verkætlanina verður mettur til 207 milliónir kr.

Løgtingið játtaði í fyrstu syftu 169 milliónir, men síðani eru játtaðar umleið 40 milliónir kr. aftrat, sum verkætlanin er dýrkað.

Seinni í ár er ætlanin at bjóða el-arbeiðið í tunlinum út, sum eisini umfatar ljós og trygdarskipan. 

 

Byrja beinanvegin

Arbeiðið byrjar sum skjótast á plássinum, har J&K Petersen fyrst fer at grava út fyri vegnum, ið skal ganga fram til tunnilsmunnan.

Sjálvt tunnilsarbeiðið byrjar seinni í ár, og øll verkætlanin skal verða liðug miðskeiðis í 2024.

Fámjinstunnilin verður 1200 metrar langur við tveimum breytum, og í tunlinum verður øll trygdarútgerð, sum verður kravd í dag. 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890