60 milliónir í avlopi

60 milliónir í avlopi
Tórshavnar kommuna hevði eitt eitt rakstraravlop á 60 mió. krónur í fjør
Tórshavnar kommuna hevði 60 milliónir krónur í avlopi í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.05.2022 - 11:28

Tá eru bæði rakstrar, løgu- og útlánsúrslitið tikið við.

Ársroknskapurin fyri 2021 varð samtyktur av býráðnum í gjár. 

Samlaðu inntøkurnar í 2021 vóru knappar 1,2 milliardir kr, sum eru 30 mió.kr ella 2,6% hægri enn inntøkurnar árið fyri.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í fjør vóru 889 mió.kr, samanborið við 838 mió.kr árið fyri. Vøksturin er 51 mió.kr ella 6,1%. 

Í 2021 blivu gjørdar íløgur í Havnar kommunu fyri tilsamans 193 mió.kr. 
Millum annað til langhylin blivu brúktar 31 mió.kr, til vestursíðuna av Tórsvølli 20 mió.kr., til fótbóltsvallir 14 mió.kr., til skjótibreytina hjá Byrsumúla 9 mió.kr. og til URD 15 mió. kr. Fleiri íløgur vóru eisini gjørdar innan tekniska økið.

Langfreistaða skuldin hjá Tórshavnar kommunu við árslok 2021 var 250 mió.kr. Av hesum hoyra 241 mió.kr til Tórshavnar havn og 9 mió.kr til Tórshavnar kommunu.

Samlaði tøki peningurin hjá kommununi við árslok 2021 var 215 mió.kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650