Herjólfur III kemur til Føroya seinnapartin

Herjólfur III kemur til Føroya seinnapartin
Herjólfur III fer beinleiðis í dokk á Skála, har skipið skal til 30 ára klassing, tá tað kemur til Føroya seinnapartin
Herjólfur III skal gjøgnum 30 ára klassingina sum tað fyrsta, tá skipið kemur til Føroya
Mynd: Marine Traffic  
 
30.05.2022 - 11:21

Herjólfur III, sum Strandferðslan hevur leigað úr Íslandi til at røkja Suðuroyarleiðina, kemur til Føroya seinnapartin í dag.

Skipið fer beinleiðis í dokk á Skála, har tað skal til 30 ára klassing. Hetta tekur væntandi umleið ein mánaða. Tað er í samstarv við íslendingar, at Herjólfur III fer til klassing í Føroyum.

Okkurt smávegis skal gerast við skipið áðrenn tað fer í sigling um hálvan juli, sigur Jóan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri í Strandafaraskipum Landsins, við Kringvarpið.

Herjólfur III skal sigla sum farmaskip á Suðuroyarleiðini, og eisini avloysa Smyril í summar, tá hann fer í dokk í Danmark.

Sambært Jóan Peturi Abrahamsen, virkandi stjóra, hevur Strandferðslan undirskrivað neyðugu pappírini um leigu. Nú verður bert bíðað eftir íslendsku undirskriftunum.

SSL_og_Herjolfur


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290