Vrakið og 14 lík funnin

Vrakið og 14 lík funnin
Vrakið av einum nepalesiskum flogfari, sum hvarv leygardagin, er funnið í Mutang landslutinum í Nepal, upplýsa nepalesisku myndugleikarnir.
 
30.05.2022 - 13:52

22 fólk vóru umborð á flogfarinum, tá tað hvarv leygardagin. 

Nú er vrakið av einum nepalesiskum flogfari funnið í Mutang landslutinum í Nepal, upplýsa nepalesisku myndugleikarnir.

- 14 lík eru funnin, og leitingin eftir hinum ferðafólkunum heldur fram. Veðrið er vánaligt, men bjargingarfólk eru á staðnum. Tað sigur ein talsmaður hjá stjórnini í Nepal við altjóða miðlar í dag.

Sambært tíðindastovuni DPI vóru fýra indarar, tveir týskarar og 16 nepalesar í flogfarinum, tá tað datt niður.

Flogvinnan í Nepal hevur í nógv ár verið nógv merkt av vánaligari trygd. ES hevur bannað øllum nepalesiskum flogfeløgum at flúgva í loftrúminum hjá ES-londum av trygdarávum.


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817