Skaðiligt hjá børnum og ungum at snúsa

Skaðiligt hjá børnum og ungum at snúsa
Hóast eingi sambærilig tøl eru, hevur Fólkaheilsuráðið illgruna um, at støðan í Føroyum líkist henni í Danmark
Snús í dós - eisini kallað nikotinposar.
 
31.05.2022 - 18:00

Tað er skaðiligt fyri heilsuna hjá børnum og ungum at snúsa.

Tað staðfestir eitt nýtt upprit frá danska Vísindaráðnum fyri fyribyrging.

Granskarar og læknar í norðurlondum hava kannað, hvussu snús ávirkar børn og ung, og úrslitið er ræðandi, siga granskararnir.

Eitt nú ávirkar nikotin heilan á børnum og ungum. Heilin er ikki liðugt mentur fyrr enn í 25 til 30 ára aldri. Og byrjar tú tíðliga í lívinum við nikotini, kann heilin lættari gerast bundin av øðrum rúsandi evnum seinni í lívinum.

 

Magni Mohr er formaður í Fólkaheilsuráðnum.

 

Angist og strongd

Eisini kann snúsnýtsla elva til sálarligar trupulleikar, sum t.d. tunglyndi, angist og strongd. Kropsliga kann snúsnýtsla elva til fosturskaðar, hjarta- og æðrasjúkur og skaða í munninum.

Og tað er ikki betri fyri heilsuna at snúsa heldur enn at roykja, staðfestir uppritið hjá Vísindaráðnum fyri fyribyrging.

Magni Mohr er formaður í Fólkaheilsuráðnum:

 

1530820

 

Í Danmark brúkar ein triðingur av ungum, í aldrinum 15 til 29 ár, dagliga ella regluliga nikotin av ymsum slag. Helvtin av hesum triðingi snúsar ella brúkar nikotinposar. Í Føroyum hava vit ikki nøkur sambærilig tøl. Men illgruni er um, at støðan í Føroyum líkist henni í Danmark. 

Sambært formanninum í Fólkaheilsuráðnum, mugu vit gera nógv meira fyri at fyribyrgja snúsnýtslu millum tey ungu í Føroyum:

 

1530822
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595