Vinnan saknar orðingar um lívrunnið burturkast

Vinnan saknar orðingar um lívrunnið burturkast
Eftirspurningur er í matstovu- og gistingarhúsvinnuni eftir møguleikum at handfara lívrunnið burturkast, sum ikki dálkar umhvørvið
Vinnuhúsið vil hava fleiri viðurskifti í nýggju kunngerðini um burturkast nágreinað.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.06.2022 - 09:09

Vinnan saknar orðingar um lívrunnið burturkast í nýggju kunngerðini um burturkast.

Hetta er burturkast, sum dálkar sera illa, tá tað verður brent. 

Eftirspurningur er í matstovu- og gistingarhúsvinnuni eftir møguleikum at handfara lívrunnið burturkast, sum ikki dálkar umhvørvið. 

Feløgini í Vinnuhúsinum taka annars undir við uppskotinum um kunngerð um burturkast. 

 

Hvat er vandamikið burturkast?

Tó eru, siga tey, ymiskir ósvaraðir spurningar, sum greiða eigur at fáast á, áðrenn kunngerðin verður lýst.

Ikki verður til dømis sagt, hvat vandamikið burturkast er.

Og álagt verður virkjum og stovnum at tryggja, at burturkast úr tilfari, sum kann gagnnýtast, er fyrireikað til endurnýtslu, endurvinning ella aðra gagnnýtslu.

Gott hevði verið at fingið at vita, hvat tað merkir at vera fyrireikað til endurnýtslu, endurvinning ella aðra gagnnýtslu, heldur Vinnuhúsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120