Svenska stjórnin hórar undan

Svenska stjórnin hórar undan
Misálitisuppskotið á Morgan Johansson, løgmálaráðharra, fall
Uppskotið um misálit á Morgan Johansson, løgmálaráðharra, í miðjuni, fall, og tí verður stjórnin sitandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.06.2022 - 13:42

Svenska stjórnin verður sitandi.

Tað er greitt, eftir at misálitisuppskotið, sum Svøríkisdemokratarnir høvdu sett fram móti løgmálaráðharranum, fall.

Men tað var um reppið, at uppskotið um misálit á Morgan Johansson, løgmálaráðharra, var samtykt.

Av 350 tinglimunum í svenska ríkisdegnum atkvøddu 174 fyri misálitinum, 97 ímóti, og 70 atkvøddu blankt.

Átta ríkisdagslimir vóru ikki í ríkisdegnum, tá atkvøtt var.

 

Ein atkvøða vantaði

Tað vantaði tískil bara ein atkvøða í fyri at fáa meiriluta fyri at samtykkja misálitið á løgmálaráðharran.

Magdalena Andersson, forsætisráðharri, hevði frammanundan ávarað ríkisdagin um, at var misálitið samtykt, var tað eisini eitt misálit á alla stjórnina.

Hon ákærdi eisini anstøðuna fyri at misbrúka skipanina við misáliti.

Nakrir av anstøðuflokkunum vilja vera við, at løgmálaráðharrin hevur logið og ikki umsitið kriminaløkið nóg væl, serliga við atliti at bandakriminaliteti

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749