Marionettleikur: Veiða vind undan Ólavsøku

Marionettleikur: Veiða vind undan Ólavsøku
Frumsýning av nýggjum marionettleiki á Debesartrøð
Marionettleikur verður sýndur á Náttúrugripasavninum 24. til 27. juli
 
23.07.2013 - 13:45

Tíðindaskriv

Mikudagin tann 24. juli kl. 14.00 verður fyrsta almenna sýning av tónleikaævintýrinum “Veiða vind” á Karavella Marionett-Teatri. Sýningarnar verða á gamla Náttúrugripasavninum.


Fleiri túsund føroysk og íslendsk børn hava upplivað søguna saman við stórslignum symfoniorkestri, og nógv hava eisini lisið bókina, men enn hevur ongin sæð livandi persónar spæla hana. Tann 24. Juli fáa føroysk børn møguleika at síggja lítlabeiggja fara út at veiða vind og møta ævintýrunum í hugaheimi sínum. Tey hitta stórabeiggja og systir, sum eru um hann, uttan at hann varnast tað. Drekin fer at flúgva um pallin, alt meðan vakri tónleikurin hjá Kára Bæk spælir undir.


Í 2011 spældi Føroya Symfoniorkestur fyrstu ferð tónleikaævintýrið á barnakonsertunum. Verkið var bílagt frá tónasmiðinum Kára Bæk og høvundanum Rakel Helmsdal, og Janus á Húsagarði var síðani biðin at gera myndir til søguna. Bókin við søgu, myndum og fløgu við tónleikinum kom út á Bókadeildini um sama mundið. Í mai í ár varð verkið framført í Hørpu av íslendska symfoniorkestinum, og bókin kom út á íslendska Forlagnum.


Hetta er triðja leikverk hjá Karavella Marionett-Teatri, sum Rakel Helmdal setti á stovn í 2011. Rakel Helmsdal hevur skrivað leikrit og er marionettførari. Hedvig Westerlund-Kapnas hevur leikstjórnað. Hesar fyrstu sýningarnar av Veiða vind vera á einum sera forkunnugum stað, nevniliga á gamla Náttúrugripasavninum yvirav Føroyamálsdeildini hjá Fróðskaparsetrinum í vakra umhvørvinum á Debesartrøð.


Sýningarnar verða frá 24. juli til og við 27. juli kl. 14 og 16.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. februar
Morgunlestur týsdagur 3.februar 2026
203552
Mánadag 2. februar
EM-tíðindi 2. februar 2026
203589
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608
Mánadag 2. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203606
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561